Eigaraíbúð, Landavegur 117, 2. hædd, nr.9 til sølu.

Íbúðarbygningurin Landavegur 117

íbúðin er á aðru hædd í íbúðarbygningum. Íbúðin sjálv er til víddar umleið 76 m2.  Aftrat kemur ein suðurvend altan við hjalli til víddar u. 5,5 m2.

Herumframt er tilknýtt íbúðini eitt rúmligt kjallararúm  u. 12 m2 við vaskimaskinu/turkitrumlu og frystiboks, sum alt fylgir við keypinum.  Eisini er parkeringsbásur uttan knýttur at íbúðini.

Bygningurin er frá 1975

Íbúðin er inrættað við: Stórari stovu til víddar góðar 20 m2, stórum sovikamari til víddar 14 m2, minni kamari til víddar 6,5 m2. Herumframt er køkur við spísikróki, wc/baðiverilsi við gólvhita og gangur.

Íbúðin er gjøgnumgangandi bygningin, so sólargangurin er  góður, bæði køksmegin og stovumegin.

Frá stovuni og altanin sum vendir í sunnan/vestan er frálíkt útsýni.

Gott busssamband er. Bussurin steðgar so at siga í túninum. Herumframt er bert eitt hanagleiv til nýggju undirvísingarstovnarnar í vesturbýnum.

Prísuppskot kr. 1.700.000

Áhugaði biðjast venda sær til mín, Turið Debes Hentze, tlf. 519700 og/ella tdh@hentze.fo