Týðandi atlit við húsakeypi og húsasølu

Advokatábyrgdartrygging

Tá føst ogn verður handlað, eru tað stór peningsvirðir, sum skifta hendur. Eitt mistak ella ein ov tilvildarlig og lítið umhugsað framferð kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri partarnar. Advokaturin er proffessionellur til at taka sær av hesum og er ábyrgdartryggjaður.

Áhugamál hjá seljara og keypara kunnu ikki røkjast samtundis.

Tann, sum umboðar seljaran verður løntur av hesum, og kann ikki samstundis røkja áhugamál keyparans. Seljari og keypari hava sum eitt felagsmál at gera ein góðan handil, men annars eru áhugamálini heilt hvør síni.

Kostnaðurin fyri at umboða keyparan, herundir við gerð av skeyti, verður ásettur út frá tímanýtsluni og virðinum sum handlað verður. Les meiri um kostnað fyri seljara og keypara her.

Neyðugt við sjálvstøðugari ráðgeving, tí:

  •  Seljari hevur áhuga í einum skjótum handli við høgum søluprísi. Umboð seljarans sum verður lønt í procent í mun til søluupphæddina hevur somu áhugamál.
  • Keyparin hinvegin vil tryggjað sær neyvan kunnleika um ognina, og ikki at gjalda meiri enn neyðugt. Keyparin  krevur tíð og umhugsan.
  • Seljari og keypari hava ymiskan áhuga í at binda hvønn annan undir boðgeving. Tørvandi kunnleiki er til reglurnar um nær og hvussu leingi eitt boð er bindandi fyri ávikavist seljara og keypara.
  • Um annar parturin er umboðaður av professionellum, eigur hin eisini at vera tað. Annars er ójavnvág í samskiftinum – bæði undir boðgevingini og tá undirskrivast skal – og vandi er fyri, at einamest áhugamálini hjá øðrum partinum koma fram og vera røkt.
  • Vandin fyri mistøkum stórur, tí ilt er røkja fleiri áhugamál samstundis.
  • Seljarin ger sær ikki greitt upplýsingarskyldu sína, eisini um upplýsingar við ognini, sum kunnu ávirka keypsáhugan og keypsprísin.
  • Keyparin er ikki vitandi um rættindi og skyldur í samband við húsakeyp, so sum at kanna húsini gjølla og krevja greiðar upplýsingar frá seljara.
  • Yvirtøkudagurin hevur ymiskan týdning fyri partarnar – eisini fíggjarligan
  • Partarnir skulu gera avtalu um, hvussu kostnaðurin skal býtast millum umboð seljarans og umboð keyparans.

Advokatkostnaður.

Tað kostar ikki meiri hjá keypara at fáa sær sjálvstøðuga umboðan.
Les meiri um støðu keyparans her.

Hvør umboðar hvønn í dag.

  • Seljarin er ofta umboðaður av advokati ella sølu-meklara, og tryggjar sær á henda hátt síni áhugamáli røkt.
  • Keyparin syrgir alt ov sjáldan fyri sjálvstøðugari umboðan, men rindar kortini til umboð seljarans, somu upphædd, sum ein sjálvstøðug umboðan hevði kostað.