Hvussu tekur ein fyrsta stigið?

Hvussu tekur ein fyrsta stigið?

Annar av pørtunum ella báðir (fleiri) venda sær til meklara í samband við ávíst trætumál og avtala tíð til nærri kunning um mekling, mannagongd, kostnað, tíðarætlan, avtalu v.m.

Um annar parturin av sínum eintingum vendir sær til meklara, vendir meklarin sær eftir avtalu til hin partin, og greiðir frá áheitanini um mekling og mannagongdini.

Ongin mekling byrjar, fyrrenn meklarin persónliga hevur verið í samband við báðar partar og vissa seg um, at báðir partar veruliga ynskja mekling og at trætan er hóskilig til mekling.

Tað er ókeypis at venda sær til mín og spyrja um mannagongd og at fáa eina meting um, hvørt mekling eigur at roynast.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.