Keyparin ofta veikari

Tað er ikki meiri kostnaðarmikið fyri keyparan at fáa sær egna advokatumboðan. Skeytikostnaðurin, verður oftast goldin av keyparanum, so hví ikki rinda hesa upphædd til ein, tú veit, umboðar tíni áhugamál í samband við keypið ístaðin fyri til umboð seljarans?

Hvør hevur áhuga í at veita keyparanum nøktandi upplýsing um rættindi síni?

Keyparin er ofta ikki sjálvstøðugt umboðaður, tí keyparin er ikki vitandi um møguleikan og tørvin á slíkari umboðan og kanska heldur, at so verður handlilin enn kostnaðarmiklara.

Ein orsøk kann vera, at hvørki seljari ella søluumboð hava áhuga í at ráða keyparanum til at útvega sær sjálvstøðuga umboðan, tí hettar kann kosta seljara pening, men serliga er tað søluumboðið sum missir ein góðan handil, nevniliga at fáa pening eisini frá keyparanum fyri skeytiskrivingina.

Advokatumboðan

Nær er ráðiligt at fáa sær advokatumboðan? Longu tá farið verður av álvara at bjóða uppá eini hús er skilagott at lata seg umboða av advokati:

  • fyri at tryggja sær at boðgevingin fer fram á rættan hátt
  • fyri at tryggja sær at røttu spurningarnir verða settir

Advokatkostnaður 
Avtalast kann, at kostnaður fyri boðgeving og fyrireikandi arbeiði bert verður roknaður, um so er at handilin fæst í lag, tikið verður av boðnum.

Hava positivar útreiðslur verið, so skulu hesar tó gjaldast.