Kostnaður fyri konfliktmekling

coins-948603_1920

Kostnaðurin fyri konfliktmekling

Kostnaðurin verður goldin sambært tímatakstinum  kr. 1600 + mvg. Henda kostnað rinda partarnir við hvør síni helvt, um ikki avtala er gjørd um annað.

Aðrar útreiðslur sum gerast neyðugar, so sum serkøn hjálp, hølisútreiðslur, kostur v.m. rinda partarnir herumframt.

Partarnir gera frammanundan avtalu um gjaldanina, og hvussu partarnir býta hesa sínamillum.

Ymiskt er hvussu long tíð roknast skal við. Summi mál kunnu avgreiðast eftir 1-2 fundir, tvs. frá 3 tímum til 8 tímar. Onnur taka longri tíð, tað velst um hvør trætan er, hvussu fæstløst hon er og sjálvandi partarnar sjálvar.