Raðhús á Argjum til sølu

Góð atkomuviðurskifti og frálíkur sólargangangur, bæði morgun og kvøld.

Seinasta inkomna boðið er kr. 2.700.000

Prísuppskot 2.550.000 kr.

Trýst á her ella myndinar og síggj fleiri myndir.

Raðhús á Argjum
Góður sólargangangur
Rúmlig parkeringsviðurskifti

Húsini eru í góðum standi, við frálíkum sólargangi og rúmligum parkeringsviðurskiftum á  felagsognini frammanfyri.

Frammanfyri húsini er túnið, sum vendir suður/vestur við frálíkum sólargangi. 

Húsini, bygd í 2005, eru samanbygd við tveimum øðrum raðhúsum, og er hetta tað í miðjuni. 
Húsini liggja sera væl fyri, friðarligt er og atkoman góð.

Stovan sum er á hinari síðuni á húsinum, norður/eystur hevur úthúrð beinleiðis út í tún til morgunsólina. 

Húsini eru til víddar innvendugt mát knappar 80 m2. Grundøkið er til víddar 155 m2.

Herumframt eigur henda ognin 1/3 av felagslutinum matr. nr. 91c, sum eigararnir av hesum trimum raðhúsunum eiga í felag. Ognin er ætlað til felagsnýtslu við 1/3 til hvønn. Við í keypinum av hesum raðhúsi fylgir úthúsið, sum eigarin hevur latið byggja og sum stendur á felagsgrundøkinum, og sum bert er til nýtslu fyri henda eigaran.

Frammanfyri í túninum, sum vendur suður vestur, er ein frálíkur sólkrókur.

Køkurin er spísikøkur við hugnakróki eisini. Stovan er rúmlig. Tvey kømur eru, eitt størri til víddar 3.35 x 3  og eitt minni kamar. Í hesum kamari er eisini ein rúmlig hems, sum kann nýtast sum songjarpláss.

Umframt hesi rúm er baði/wc rúm við brúsu og beint yviravkøkinum eitt eyka rúm til frystiboks/vaskimaskina og annað. 

Húsini verða víst fram eftir avtalu, vinaliga ring 519700 ella send teldupost, tdh@hentze.fo