Skeið í konfliktmekling (mediatión)
Konfliktmekling – gerast mediator
Konfliktkunnleiki inniber:
at skilja, hvat ein konflikt er, og hví og hvussu henda ávirkast
at kenna týdningin av málbrúki og atburði í samskifti okkara við onnur
at kenna mun á kjaki og dialogi
at kenna vandan fyri konfliktupptrapping
eina ásannan um:
at sannleikarnir eru fleiri - enn bara tín egni
at ósemjur,konfliktir, eru sjálvsagdar og neyðugar í lívi okkara
at vit sjálvi ávirka ósemjur og trætur okkara
at konfliktir hvørki kunnu ella skulu burturbeinast ella krógvast
Dialogur
Virðingin fyri dialoginum er ein lívsáskoðan við virðing fyri medmenniskjum
Konfliktmeklari
Konfliktupptrapping hevur ofta í sær kenslur sum órógv, øði og maktnýtslu. Kenslurnar órógva ofta evnini og viljan at síggja møguleikar fyri loysnum. Ein uttanveltaður persónur sum ikki eigur lut í konfliktini er rætti persónurin at fá samtaluna millum partarnar aftur á beint. Leikluturin hjá konfliktmeklara er júst hesin – at skipa fyri dialogi millum partarnar.
Skeiðið styrkir tín egna førleika at samráðast og betur at skilja trætur, tú ella onnur eru í.
Teoretiska undirvísingin fevnir um:
- Konfliktfatan. Ymiskar konfliktloysnir. Egið konfliktmynstur.
- Konfliktávirkan, -upptrapping og -avspenning.
- Evnini at lurta og tosingarlag, dialogur og samráðing.
- Leiðsla og mediatión
- Hví mediatión virkar og hvørjar treytirnar eru fyri mediatión.
- Hvørji sereyðkennini eru við mediatión.
- Nágreinilig gjøgnumgongd av mediatiónsstigunum.
- Leikluturin hjá pørtunum og meklara.
- Førleikakrøv til meklaran.
- Etiskar reglur.
Málbólkur:
Einhvør, sum hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, at tosa, lurta og samráðast og sum hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt.
Umframt at fáa førleikan at virka beinleiðis sum mediator, triðjipersónur í eini konflikt, fæst grundleggjandi innlit í, hvussu ein við egnum atburði og málburði ávirkar eina tvístøðu. Undirvísingin mennir eisini eins egnu evnir at samráðast konstruktiv.
Dømi um málbólkar:
- Fólk við ábyrgd fyri starvsfólkum - starvsfólkaviðurskifti
- Privatfólk í samskifti við onnur, tað verið seg arbeiðsfelagaðar, grannar,
- Fólk við ábyrgd fyri børnum og eldri, stovnsleiðarar, lærarar, pædagogar, barnavernd, vm. herundir samstarv teirra við avvarðandi.
- Einhvør sum heldur seg hava tørv á betur at handfara tvístøður og at samráðast.
Rolluspøl:
eru ein týðandi partur av skeiðinum og verður teoriin flætta inn í hesi.