Site icon Turið Debes Hentze, Mediator

Gongd í haga – og ognarrættur!

Er tað ein spurningur um ognarrætt ?

At eiga er ein sterkur rættur, men tá tvístøður eru um nýtslu, er argumentið um ognarrættin ofta ein fella fyri báðar partar, tí ofta liggur loysnin als ikki í spurninginum um ognarskapin, tí hesin er greiður, men í teimum áhugamálum og kenslum, sum eru knýtt at hesum.

Nú talið av ferðafólkum í landinum er so avmarkað, er gott høvi at nýta andarholið skilagott – seta seg niður og tosa saman og finna loysnir.

Tá hópurin av ferðafólkum aftur er inni á okkum og vil royna nattúruna live, er ov seint, tí tá verða tað panikkloysnir og runublaking, sum seta dagsskránna.

Lóggáva sum maktnýtsla – (og falliterklæring)

Ístaðin fyri politiska markering við maktnýtslu, sum lóggáva er, og ikki sørt ein falliterklæring eisini, so átti ráðharrin at funnið fram áhugabólkarnar og sett seg saman við teimum og fingið eitt skilagott prát – nú meðan tíð er. Tað tykist sum, at tosið higartil hevur peikað í allar ættir og onki felags forstáilsi og grundarlag fyri tosið yvirhøvur er leitað fram.

Samtala tekur tíð, men gevur góð úrslit

Við respekt fyri ognarrættinum skulu áhugamál og kenslur finnast og nýtast í samskiftinum. Ja tað tekur eitt sindur av tíð at tosa saman og hegnið eisini, men úrslitið verður haldgóðar avtalur og nøgdir partar. At fáa trýst loysnir oman yvir seg gevur ikki somu loysnir sum tær, har tú kennir teg hava ognarskap til loysnina

Exit mobile version