Konstruktiv konfliktloysn

Dialogur í konfliktloysn

55ade4bf1519764a21efd036d48e8e4b
Advokatur og meklari

Ein træta er loyst konstruktivt, tá partarnir í trætuni eru nøgdir við úrslitið.  Hetta krevur so eisini, at partarnir vilja eina loysn og eru sinnaðir leggja ta orku í, sum krevst.

Ein loysn er góð og varandi, tá hon kennist fullgóð fyri báðar partar - og ikki bara fyri annan partin. Ein góð loysn merkir, at áhugi verður vístur fyri tørvin hjá hinum partinum eisini, og slíkur atburður styrkir samskiftið og sambandið partarnar millum, so lættari er at tosa saman aftur.

Hetta er tað mekling er um: at tosa saman.

Konflikttrappan vísir, hvussu gongur, tá illa vil til.

Byrjanin kann vera trupul, og fyrsta uppgáva mín sum meklari er aloftast at átaka mær at fáa í lag aftur mistu kontaktina, og síðani hjálpa samtaluni á glið, og halda hesa á sporinum.

Kensluligar avbjóðingar sum rættvísi og tørvandi viðurkenning eru ofta partur av gongdini.

Tú er vælkomin at seta teg í samband við meg og fá upplýst meiri um mekling, og hvussu ein mekling kann fást í lag. Tað er ókeypis.

Advokatyrki 

Yrkisøki míni sum advokatur fevna um rættarmálsførslu, revsimál og borgarlig mál, umframt løgfrøðisliga ráðgeving og gerð av skjølum knýtt at hesum. Løgfrøðilig  ráðgeving snýr seg eisini um at finna loysnir og semjur - also samráðing.

Eg havi virkað sum advokatur siðani 1982, og uppgávurnar hava verið nógvar og ymiskar.

Ofta hava uppgávurnar snúð seg um seg um eitt av kjarnuøkjunum innan advokatarbeiði, nevnliga  ognarviðurskiftir og broytingar í hesum : Keyp/søla, samogn, arvaviðurskifti og hjúnabandsskifti, rættindi og skyldur í samskiftum við onnur og gerð av neyðugum skjølum:

-Skeyti: ráðgeving og umboðan í samband við keyp og sølu av fastogn, og kunning um tey rættindi/skyldur og tær fellur, sum har eru.

-Arvur/samogn: Samognarspurningar, tá fólk eiga ognir saman, t.d. arva ella keypa ogn  saman og evt. upploysn av samogn.   Samognarsáttmálar. Knýtt at hesum er ofta eisini testamentsviðgerð.

-Hjúnabandsskifti: Ein neyðug fylgja við hjúnaskilnaði er broyting í ognarviðurskiftum - ein fyri partarnar stór avbjóðing, sum avgjørt krevur fakligan kunnleika, um ein vil sær sjálvum væl.

Mekling

Í virki mínum sum advokatur, gjørdist mær støðugt meiri greitt, at handfaringin av trætum, ósemjum er knýtt at øðrum enn bert løgfrøðisligum reglum, og at einsporaði rættarvegurin oftast er ein neyðloysn, heldur enn ein góð loysn av eini trætu, konflikt.

Í 2004 leyk eg prógv sum konfliktmeklari við Kbh. Universitet (master of mediation and conflict resoulution). Við tí førleikanum í sjáttuni havi eg lagt meg eftir í samskiftinum við viðskiftafólk míni eisini at lýta aftur um løgfrøðiligu trætuna. Og ofta er tað so at trætan ikki byrjaði sum ein løgfrøðilig træta um at "fáa rætt" , men gjørdist tað, tá samtalan steðgaði, tí er tann góða og varandi loysnin ofta at finna við at leita fram aftur dialogin.

Havi við positivum úrlitið, sum konfliktmeklari havt nógvar ymiskar uppgávur. Fyri  arbeiðspláss: millum starvsfólk, millum starvsfólk og leiðara, sum einstaklingar og bólkar, og millum leiðarar. Innan familjurættarliga økið: ósemjur millum foreldur og børn, millum foreldur um børn, millum fosturforeldur og foreldur vm.

Rættarmálsførsla/mekling

Mekling eigur altíð at roynast áðrenn farið verður víðari í juridiska sporinum alleina:

  • Størri møguleiki fyri eini varandi loysn
  • Nógv skjótari
  • Kostnaðarminni, bæði í tíð, pengum og orku.

Meklingin brýtur m.a. við rættarmálsførslu á hesum øki:

Rættarmálsførsla snýr seg um at staðfesta rættvísi(rætt ella skeivt) í mun til rættarreglur, viðgerðin snýr seg nakað sum farið er, lítur aftur í tíð. Viðgerð av kenslum og samskifti annars er ikki partur av rættarmálsførslu. Rættarmálsførsla er ógvuliga kostnaðarmikil bæði í tíð, pengum og mentalari útlúgvan. Flestu meklingsfundir hinvegin enda við einum positivum úrslitið aftaná 2-3 fundir á 3 tímar og kostnaðurin er samsvarandi hesum.

Rættarvegurin - tú letur annan taka avgerð fyri teg, (trýst á myndina)

Mekling-tann varandi og góða loysnin

Skeyti - holl ráðgeving neyðug