Site icon Turið Debes Hentze, Mediator

Míni børn, tíni børn okkara børn – og vit bæði

hjúnabandsslit og separatión

Barnafamiljan

Arvareglurnar og eru skræddaraseymaðar til gifta parið við børnum .

 

Men ikki til tey nógvu ….

sum í dag liva øðrvísi – sum samlivandi ella í hjúnalag við maka, sum hevur egin børn, herumframt eru eins egnu børn og so børnini, sum eru felagsbørn – og her røkka sjálvvirkandi arvareglurnar ikki til hóskandi loysnir.

Arvareglurnar eru strangar og kunnu elva til høvuðbríggj, um ikki atlit eru tikin til hesar við einum testamenti, sum broytir reglurnar so, at tær hóska júst til tína/tykkara støðu.

Arvareglurnar eru tær, sum koma í gildi við deyða, og ikki fyrr.

 

Hvussu er støðan hjá mær, spyr tað vaksna foreldri, tá annar av okkum doyr, og vit eiga børn í báðar ættir umframt felagsbørn.

 

Hvussu er støðan um vit slíta samlív okkara.

Broytingar í hjúna-/samlívsstøðu kunnu eisini vera av týdningi, og her serliga tá fólk uttan at vera gift fíggjarliga hava gjørt stórar íløgur, í hús og annað. Eisini her ber til við umhugsni at taka hædd fyri vandaspurnigum.

 

Testamenti og samognarsáttmálar

Testamenti og samlívssáttmálar eru avgerandi neyðug skjøl fyri tær mongu familjurnar, sum ikki passa inn í sjálvvirkandi arvareglurnar.

 

Kom og fá eitt prat um vandarnar og møguleikarnar, sí kostnað her !

 

Exit mobile version