Míni børn, tíni børn okkara børn – og vit bæði

Arvareglurnar og eru skræddaraseymaðar til gifta parið við børnum .

 

Men ikki til tey nógvu ….

sum í dag liva øðrvísi – sum samlivandi ella í hjúnalag við maka, sum hevur egin børn, herumframt eru eins egnu børn og so børnini, sum eru felagsbørn – og her røkka sjálvvirkandi arvareglurnar ikki til hóskandi loysnir.

Arvareglurnar eru strangar og kunnu elva til høvuðbríggj, um ikki atlit eru tikin til hesar við einum testamenti, sum broytir reglurnar so, at tær hóska júst til tína/tykkara støðu.

Arvareglurnar eru tær, sum koma í gildi við deyða, og ikki fyrr.

 

Hvussu er støðan hjá mær, spyr tað vaksna foreldri, tá annar av okkum doyr, og vit eiga børn í báðar ættir umframt felagsbørn.

  • Fái eg tá ráð at sita í húsinum
  • Fái eg loyvi til tað?
  • Kann eg sita við óskiftum búgvi
  • Hvussu nógv arvi eg
  • Hvussu arva børnini – arva tey øll líka, hansara og hennar og okkara?
  • Hvussu um eg doyggi fyrst, hvør er støðan tá
  • Hvat kann gerast so vit fáa tryggjað okkum sum mest.

 

Hvussu er støðan um vit slíta samlív okkara.

Broytingar í hjúna-/samlívsstøðu kunnu eisini vera av týdningi, og her serliga tá fólk uttan at vera gift fíggjarliga hava gjørt stórar íløgur, í hús og annað. Eisini her ber til við umhugsni at taka hædd fyri vandaspurnigum.

 

Testamenti og samognarsáttmálar

Testamenti og samlívssáttmálar eru avgerandi neyðug skjøl fyri tær mongu familjurnar, sum ikki passa inn í sjálvvirkandi arvareglurnar.

 

Kom og fá eitt prat um vandarnar og møguleikarnar, sí kostnað her !

 

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.