Dialogur við meklara

Mekling

Triðjipersónur stýrir orðaskiftinum, eftir ávísari skipan, so at partarnir:

  • fáa loyvi at tosa og greiða frá egnari støðu
  • fáa høvi at lurta eftir hinum
  • fáa møguleika at seta seg inn í støðuna hjá hinum

og soleiðis

  • skilja, at ikki bert ein sannleiki finst
  • at síggja trætuna frá nýggjum sjónarhorni, perspektivi
  • skilja sína egnu áskoðan betur – kanska í einum øðrum ljósi

tað vil siga

  • við at tosa saman leita fram, hvussu verðin sær út hjá hvør øðrum
  • finna fram tað sum ikki liggur beint fyri men er meiri fjalt
  • finna fram til hvat er felags og  hvat skilir
  • fortreytin er kontakt millum partarnar
  • og álit
  • óg hóskandi tosingarlag, og at partarnir
  • eru opnir fyri broytingum

Dialogur/kjak

Í dialogi tosa vit fyri at skilja hvønn annan og finna fram til hvussu vit kunnu byggja brýr, finna eitt felags stev.

Í kjaki er endamálið ofta tvørturímóti at draga fram tað sum skilir, at verja sjónarmið og grundgeva við at tosa fyri og ímóti, og royna at egin sjónarmið yvir hini – ella at vinna á hinum við orðum. Ofta tó bert ein stokkutur siður.

Tankar eru ikki sannleikar, men áskoðanir. Tankar verja seg, tá teir eru sagdir!