Menn og abort

Menninir skulu alvorliga reflektera um, hvør teirra leiklutur er í hesum álvarsmáli, sum fyrst og fremst snýr seg um eina konkreta støðutakan hjá kvinnuni. Her snýr seg um hennara lívsleið og líviumstøður.

Onnur uttanfyristandandi kunnu hava sínar generellu áskoðanir – men tað er og verður sum uttanfyristandandi.

Og til menninar specielt – so hava teir í øldir sitið á tí grønu greinini og tikið avgerðir í samfelagnum um, hvussu kvinnur skulu bera seg at, hvat er sømiligt fyri tær etc. – og framvegis tykjast teir ofta at vita, hvat er best fyri kvinnuna.

So orðið er empati, set teg inn í støðuna hjá kvinnuni og lurta eftir henni og ikki bara eftir niðurarvaðum sjónarmiðum, ofta eisini ávirkað av religiøsum makthavarum (monnum). So vís kvinnuni respekt fyri hennara egnu avgerð – kanska veit hon best hvat tænir henni.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.