Hvat er konfliktmekling

Ein samráðingarháttur, sum partarnir kunnu avtala at royna.

Í vanligum orðum kann sigast, at meklingin snýr seg um at geva ósamdum pørtum møguleika til undir leiðslu av meklara á virðiligan hátt at tosa seg til sættis, so at møguleiki gerst fyri semjuloysnum.

Meklarin er óheftur av pørtunum og áhugamálum teirra og skipar samrøðuna so, at allir møguleikar verða troyttir at finna fram til eina varandi semjuloysn. Vánaligt tosingarlag tá ósemja er, elvir lættliga til misálit og mistulkingar. Samskiftið gerst vánaligt og endar ofta í eini fastlæstari trætu, sum ilt kann vera at koma úr aftur.

Meklarin stýrir eftir serligari skipan orðaskiftinum og gevur pørtunum høvi at koma til orðanna og lurta eftir hvør øðrum og seta seg inn í og skilja sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Við størri innliti í áhugamálini hjá hinum, ávirkast egin sjónarmið, og nýggir møguleikar fyri semjuloysn koma undan kavi.

Partarnir sjálvir hava ábyrgdina av loysnini, og meklarin hvørki vegleiðir, gevur ráð, sigur sína hugsan ella tekur avgerðir í málinum.

 

Hvørjar eru treytirnar?

Meklingin er sjálvboðin og merkir, at partarnir sjálvir velja mekling og taka á seg ábyrgdina av loysnini. Partarnir kunnu altíð velja at taka seg aftur.

Meklingin fer fram í trúnaði, og onki av tí sum sagt verður, verður borið víðari. Sama er galdandi fyri meklaran. Trúnaðarkravið er fortreytin fyri at fáa bygt upp tað álit, sum eitt opið samskifti millum partarnar krevur.

At meklarin er neutralur og h, merkir, at meklarin ikki hevur ikki áhuga í úrslitinum og ikki hevur serligt tilknýti til annan partin. Meklarin sigur ikki sína hugsan, gevur ikki ráð ella tekur støðu í málinum. Trætuna og loysnina eiga partarnir.

Ofta endar meklingin við at partarnir gera eina avtalu um, hvussu samskiftast skal framyvir.

 

Sjálvboðin

Trætumeklingin er sjálvboðin, og heldur tí bert áfram so leingi partarnir ynskja at luttaka.

At fáa gond á slíkt tos og at ansa eftir, at tað ikki skeiklast ov nógv av kenslum og illgitingum, at halda tosinum á rætta sporinum, er høvuðsuppávan hjá meklaranum.

Tær bestu loysnirnar eru tær, sum partarnir sjálvir finna fram til, og ikki slíkar sum ein triðjipersónur ella myndugleiki hevur álagt pørtunum, sum eitt nú ein dómstólur, gerðarrættur ella almennur myndugleiki.

 

Grundsjónarmiðini í mekling eru:

  • Partarnir eiga at vita best, hvat tænir teirra áhugamálum.
  • Ein loysn, sum partarnir sjálvir finna fram til, styrkir framtíðar sambandið partarnar millum.
  • Partarnir kenna ábyrgd á loysnini.
  • Loysnin er meiri varandi, tí undirliggjandi ósemjur eru tiknar við í handfaringini av ósemjuni.

 

Er nakað, sum heldur fólki frá at royna mekling?

Ja, tað kann tykjast sum, at fólk hava trupult at við at ímynda sær, at ósemjur kunnu loysast við samtalu.

Tað kann undra, at tað kann tykjast meiri nærliggjandi hjá fólkum at fara rættarvegin enn at tosa saman fyrst. Hetta er ivaleyst eitt tekin um, hvussu trupult tað í veruleikanum er at handfara konfliktir og ósemjur á ein konstruktivan hátt.

 

Tað er hetta, meklarin skal vera til hjálpar við!