Arvur og mediatión

Systkin møtast at tosa um at býta arvin eftir foreldrini.

Ein fyri tey óvanlig og trupul støða, sum lættliga kann gerast hættislig fyri alt framtíðar samskifti.

At býta materiell virði kann í sjálvum sær vera trupult, og uppaftur truplari gerst hetta, tá snýr seg um arv. Her eru sterkar persónligar kenslur íblandaðar. Kenslur sum ofta hava samband við tilknýtið sum hevur verið millum foreldur og børn.

Kenslur og materiel virði

Kenslur kunnu vera truplar at handfara og seta orð á. Og í arvaskiftum, har kenslur og býtið av materiellum lutum skulu ganga í hond í hond, koma kenslurnar ofta í koma “í klemmu”. Ofta sæst, at býtið um arvalutirnar er stýrt av undirliggjandi óloystum ella óviðgjørdum tilknýtis-  og samskiftistrupulleikum, sum nú koma til sjóndar.  Viðhvørt tykist, sum at tað meiri eru undirliggjandi kenslurnar enn materiellu virðini, sum eru snávingarsteinurin.

Hvussu ofta hoyrast ikki orðini – “also tað er ikki málaríið, jørðin etc., sum hevur tann stóra týdningin – men tað er mátin, tað verður gjørt uppá”, sum er trupulleikin. Og útsagnir sum at : fólk eru frek, egoistisk, ongantíð hava hjálpt til, ongantíð eru nøgd, altíð bara hava kravt, verið forkelað etc. etc., eru dømi um viðurskifti, sum gera alt samskifti um býtið av arvalutunum sera trupult.

Dialogur  er neyðugur – konfliktmekling/mediatión

Í skiftirættinum er ikki nógv rúm fyri dialogi og tað er júst mál, har  arvingarnir ikki hava megna tað sjálvir, sum enda her. Her hevði samtala við uttanveltaðum triðjapersónið, meklari, verið nógv betra loysning.

Yvirornað hava arvingarnir eitt felags ynski um eitt virðiligt samskifti framyvir, men hetta hvørvur, um arvabýti endar við einum stríðið, sum slítur tað samskiftið. Kontaktin verður brotin og mist. Fleiri syndarlig dømi eru um júst tað.

Tað er ikki lætt hjá eitt systkjum at býta arvin eftir foreldrini, men tað skal gerast fyrr ella seinni.

Mediator/konfliktmeklari eitt upplagt val.

Júst til arvaskifti er brúkið av triðjapersóni, sum hevur mediatorførleika, ómetaliga upplagt.

Mediator syrgir fyri, at øll koma til orðanna, øll fáa høvi at greiða frá teimum tankum og ivamálum, sum arvabýti hevur elvt til, og øll fáa høvi at lurta eftir hugsanum og sjónarmiðum hjá hvør øðrum. Mediator syrgir fyri at tosingarlagið er virðiligt fyri allar partar.

Úrslitið er ein avtala, sum partarnir sjálvir gera. Og tað best av øllum – ein slík avtala styrkir relatiónina og viðvirkar til eitt virkið samskifti framyvir millum arvingarnar.