At lurta og seta seg inn í støðuna hjá hjá øðrum
- fáa loyvi at tosa og greiða frá egnari støðu
- fáa høvi at lurta eftir hinum
- fáa møguleika at seta seg inn í støðuna hjá hinum
og soleiðis
- skilja, at ikki bert ein sannleiki finst
- at síggja trætuna frá nýggjum sjónarhorni, perspektivi
- skilja sína egnu áskoðan betur – kanska í einum øðrum ljósi
tað vil siga
- við at tosa saman leita fram, hvussu verðin sær út hjá hvør øðrum
- finna fram tað sum ikki liggur beint fyri men er meiri fjalt
- finna fram til hvat er felags og hvat skilir
- fortreytin er kontakt millum partarnar
- og álit
- óg hóskandi tosingarlag, og at partarnir
- eru opnir fyri broytingum
Dialogur/kjak
Í dialogi tosa vit fyri at skilja hvønn annan og finna fram til hvussu vit kunnu byggja brýr, finna eitt felags stev.
Í kjaki er endamálið ofta tvørturímóti at draga fram tað sum skilir, at verja sjónarmið og grundgeva við at tosa fyri og ímóti, og royna at egin sjónarmið yvir hini – ella at vinna á hinum við orðum. Ofta tó bert ein stokkutur siður.