Konfliktfyribyrging

Konfliktniðurtrapping

  • Um henda trætan verður loyst, havi eg tá áhuga í framhaldandi samarbeiði?
  • Hevur nakar av okkum ein áhuga í at draga málið út?

Hevur sambandið okkara millum týdning ella er tað bert úrslitið sum telur?

  • Hevði konfliktin verið loyst, um vit vistu hvør fekk rætt í rættinum?
  • Um eg vinni hesa rættarsakina, havi eg tá fingið mín tørv nøktaðan?
  • Um eg vinni rættarsakina, er konfliktin so loyst?
  • Um nú hin vinnur rættarmálið, hvussu ávirkar hetta meg og konfliktina?
  • Hvussu hevði tað ávirkað meg, um ein loysn var funnin, um eina viku, ein mánaða, eitt ár.
  • Hvat vænti eg at fáa burturúr einum rættarmáli?

Hevur konfliktin skatt samskiftið?

  • Hevur konfliktin elvt til eisini at vera ein spurningur um at missa andlit ?
  • Hevði tað havt týdning fyri meg at fingið eina umbering ella at hin angraði?
  • Hevur umdømi, umtala, nakað at týða fyri nakran av okkum?
  • Havi eg brúk fyri at fáa staðfest eitt dømi – ella hvussu?
  • Eru møguleikarnir her avmarkaðir, eitt antin/ella ? ella eru aðrir møguleikar?
  • Hevur nakar av okkum ein áhuga í at draga málið út?
  • Haldi eg, at her er alt roynt  – “at onki nyttar” ?

Hvussu byrjaði henda konfliktin?

  • Hvat var tað, sum gjørdi, at vit endaðu í hesi konflikt?
  • Hvussu og nær byrjaðu trupulleikarnir?
  • Hvør var osøkin til, at vit ikki kundi loysa hesa konflikt?
  • Hvat væntaði ella vænti eú av hinum?
  • Hvussu hevur tykkara samskifti annars verið áður?

Hvør skal loysa konfliktina?

  • Um eg hevði valið, hevði eg so viljað, at vit sjálvi funnu eina loysn ella, at ein triðjipersónur tók avgerð fyri tykkum – ein dómari, leiðari, myndugleiki etc.
  • Hevði eg viljað at vit einaferð aftrat í felag royndu at finna eina loysn?
  • Hvat hevur mest týdning fyri meg í hesum máli?
  • Haldi eg, at hin parturin vil ganga við til at royna at gera eina avtalu?
  • Hvat sigur mítt bakland, um eg royni at finna eina avtalu?
  • Eru onnur fólk, sum eru íblandað, ávirkað av konfliktini, kanska óbeinleiðis?
  • Hvørjum hava vit brúk fyri, fyri at gera enn eina roynd at tosa saman um eina loysn?
  • Hvussu sær ein góð framtíð út fyri mær (aftaná 1mánaða, 6 mánðar, 1 ár)?
  • Hvør skal avtalan vera, sum er nøktandi fyri meg?

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.