house money capitalism fortune

Arvingarnir- sjónvarpsrøðin

06.02.2014

Tvey heilt ymisk spor: jura ella mekling

Áhugavert og eisini óhugnaligt at fylgja við í hesi frálíku sjónvarpssending. Fyri meg sum konfliktmeklara og sum advokat hevur tað ein serligan áhuga at síggja hvussu fokus flytir seg gjøgnum ymisku partarnar, burtur frá familjurelatiónum yvir í juraina.

Nú tykist tað, sum at alt snýr seg um hetta húsið, sum er so nógv vert í pengum. Og rætt er, at soleiðis sum nú gongur, tá advokatarnir koma meira inn í myndina, so er tað eisini har fokus liggur og kemur at liggja: Hvør hevur rætt til húsið.

Tað er harmiligt og irriterandi at síggja, hvussu alt nú gerst til jura – tí veruleikin er, at fokus er, og eigur at vera á heilt øðrum stað – nevniliga á relatiónunum – kenslunum – og orðunum, sum ongantíð eru søgd um farnar hendingar – og sum tí nú bert koma undan kavi, sum haturs- og illsinnisgleps.

Ein missur av dimensiónum fyri arvingarnar allar at halda at hetta bara snýr seg um eitt hús, og at tað er jurain og dómarin, sum skal loysa hesa konfliktina. Rætturin fer at hoyra um nakrar av hesum ósøgdu søgum, men bert í brotum, og bert sum partsinnlegg sum argument fyri egnum sjónarmiðum, tá svørðini verða sveiggjað.

Alt tað fjalda, sum vit sum síggjarar longu nú so smátt hava fingið innlit í, vita familjulimirnir ikki um hvønn annan. Har hevði við mekling verið nakað at arbeitt við, og ivaleyst hevði tað enda við eini avtalu, sum øll kundu livað við – og kanska enntá vóru glað fyri.

Býti av arvi snýr seg sjáldan bara um tað jordiska góðsið. Líka nógv snýr tað seg um kenslur millum arvingarnar, og hvussu relatiónirnar hava verið til foreldrini, sum tá ikki eru meir at konfrontera við nakað sum helst.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.