Citat frá Simon Peres

22.02.2011

Ver varin við vinnarakensluni

Simon Peres, ísraelski politikarin, tosaði í samrøðu við danska sjónvarpsmannin í DR um konfliktina/friðartilgongdina í Ísrael, og segði m.a. soleiðis um sínar persónligu royndir um tilgongd til konfliktir:

”Tveir partar í konflikt merkir ymisk sjónarmið, men eg trúgvi ongantíð at bert tvær loysnir finnast – antin at vera fyri ella ímóti. Eg leiti altíð eftir tí triðju loysnini, sum eg veit, liggur onkustaðni aftanfyri.

Samráðing snýr seg ikki um eitt antin ella, men um at verða kreativur og granskandi. Og legði hann aftrat:  ”… í samráðing skal ein vera ógvuliga varin við at knýta seg ov tætt uppat vinnarakensluni – sum altíð liggur og spøkir í samráðingum – og sum partarnir ofta leggja alt ov stóran dent á.

Sigurin liggur ikki altíð har, ein heldur, og mong ein samráðing er miseydnað – júst orsakað av  mistulkaðum og misnýttum vinnaraáhugamálum – og óttanum fyri at standa sum tann veikari í eini samráðing.”

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.