Um meg

Advokatur

Havi arbeitt sum advokatur við møtirætti eisini fyri landsrætti síðani 1982.

Í hesum arbeiði hava arbeiðdsøkini verið nógv og ymisk.

Advokatarbeiði snýr seg um løgfrøðisliga ráðgeving og gerð av skrivligum avtalum, skjølum, tað verið seg skeytum, keyps- og sølusáttmálum, leigusáttmalum, arbeiðssáttmálum o.a.

Ein góð skrivlig løgfrøðilig avtala tekur hædd fyri óvissum og ivamálum, sum eru  kend longu við avtalubyrjan, men ikki minni, tekur eisini hædd fyri óvissum, sum  kunnu stinga seg upp seinni. Tað er tá ósemjurnar koma, at skrivliga avtalan vísir sína styrki.

Ein stórur parturhevur eisini verið rættarmálsførsla í borgarligum málum og revsimálum.

Arbeiðsøkið hevur verið vanligt advokatarbeiði við nógvum og ymiskum uppgávum.

Umboðan í almennum nevndum og ráðum:

  • Javnstøðunevndin, forkv. 1994-2002
  • Endurgjaldsnevndin fyri harskapsrakt
  • Kærunevndin í kappingarmálum
  • Dátueftirlitið (fyrr skrásetingareftirlitið), forkv. 1994-2012
  • Tollkærunevndin, forkv.
  • Skatta- og mvgkærunevndin, forkv.
  • Loftmiðlanevndin, forkv. – Nevndin er niðurløgd
  • Høvuðsbarnaverndarnevndin, forkv. 2006- 2014
  • Skattaráð Føroya, 2018-

Mediator – konfliktmeklari

Síðani 2004 eisini virkað sum mediator ella konfliktmeklari.

Í virki mínum sum advokatur, gjørdist mær støðugt meiri greitt, at handfaringin av trætum, ósemjum er knýtt at øðrum enn bert løgfrøðisligum reglum, og at einsporaði rættarvegurin oftast er ein neyðloysn, heldur enn ein góð loysn av eini trætu, konflikt.

Í 2004 leyk eg prógv sum konfliktmeklari við Kbh. Universitet (master of mediation and conflict resoulution). Við tí førleikanum í sjáttuni havi eg lagt meg eftir í samskiftinum við viðskiftafólk míni eisini at lýta aftur um løgfrøðiligu trætuna. Og ofta er tað so at trætan ikki byrjaði sum ein løgfrøðilig træta um at “fáa rætt” , men gjørdist tað, tá samtalan steðgaði, tí er tann góða og varandi loysnin ofta at finna við at leita fram aftur dialogin.

Havi við positivum úrlitið, sum konfliktmeklari havt nógvar ymiskar uppgávur. Fyri  arbeiðspláss: millum starvsfólk, millum starvsfólk og leiðara, sum einstaklingar og bólkar, og millum leiðarar. Innan familjurættarliga økið: ósemjur millum foreldur og børn, millum foreldur um børn, millum fosturforeldur og foreldur vm.

Mekling/rættarmálsførsla

Mekling er dialogur, har fokus ikki er á at fastleggja, hvør hevur rætt ella skeivt, men har dentur verður lagdur á eisini at hyggja afturum verandi íkomnu støðuna og síðani at líta frameftir eftir loysnum. Kensluligar avbjóðingar sum rættvísi og tørvandi viðurkenning eru ofta eisini partur av gongdini.

Meklingin brýtur m.a. við rættarmálsførslu á hesum øki: rættarmálsførsla snýr seg um at staðfesta rættvísi(rætt ella skeivt) í mun til rættarreglur, viðgerðin snýr seg nakað sum farið er, lítur aftur í tíð og. Viðgerð av kenslum og samskifti annars er ikki partur av rættarmálsførslu. Rættarmálsførsla er ógvuliga kostnaðarmikil bæði í tíð, pengum og mentalari útlúgvan. Flestu meklingsfundir hinvegin enda við einum positivum úrslitið aftaná 2-3 fundir á 3 tímar og kostnaðurin er samsvarandi hesum.