Til tess at loysa trætuna, og samstundis varveita framtíðar sambandið og samskiftið.
Trætur kennast ofta hóttandi og kunnu elva til ótryggleika og misálit, vánaligt tosingarlag og mistulkingar. Vánaligt samskiftið kann enda í eini fastlæstari trætu, sum ilt kann vera at koma sær burturúr aftur, uttan hjálp frá øðrum.
Triðjipersónur, meklarin, kann verða loysnin at beina samskiftið aftur á beint eftir hesum leisti:
- Partarnir varveita fulla ræði á trætuni og velja sjálvir loysnina
- Í avtaluloysnini kenna báðar partar seg sum vinnarar
- Framtíðarsamskiftið millum partarnar verður betrað og varveitt
- Trætan verður loyst munandi skjótari enn t.d. við rættarmálsúrskurði
- Kostnaðurin er munandi lægri enn t.d. við rættarmálsviðgerð sum krevur nógv størri tímanýtslu, áðrenn avgerð fyriliggur.