Avtala um mekling

Avtala um mekling

Trætumekling snýr seg um at fáa høvi at tosa skilagott saman, so høvi er at seta seg inn í støðuna hjá hvør øðrum og veruliga skilja hvørji áhugamálini eru, sum liggja aftanfyri tær tiknu støðutakanirnar – og sum ofta eru fastlæstar.

Partarnir mugu sjálvir hava áhuga í og duga at síggja at neyðugt er at tosa saman til tess at finna eina loysn. Júst hetta er oftast truplasti parturin – at yvirvinna seg sjálvan og opna upp í eini fastlæstari støðu. Ofta tí at persónur og evni eru blandað saman so dyggiliga, at trupult kann vera at hóma ein útveg – bert við at tosa!

Men ofta vísir seg at tá henda mótstøða er løgd afturum – er loysnin fyri framman – og hjálpini frá triðjapersóni ger tað lætt at halda seg til eitt skilagótt og gevandi tosingarlag.

Meklingin er sjálvboðin, og kunnu partarnir eins og meklari tí velja til eina og hvørja tíð at taka seg aftur.

Meklarin

Meklarin er ikki ráðgevi og tekur ikki avgerð í málinum.

Meklarin óheftur av pørtunum ella málinum
Meklarin er neutralur og ópartískur og er ikki knýttur at nøkrum av pørtunum ella hevur áhuga í málinum á ein slíkan hátt, at illgruni av røttum kann vera um, hvørt meklarin er óheftur.

Tagnarskylda

Alt, sum framkemur undir meklingini, verður viðgjørt í trúnaði. Ongin má bera víðari trúnaðarupplýsingar, sum stava frá øðrum enn einum sjálvum, uttan so, at hetta er álagt við lóg. Sama er, um rættarmál ella gerðarrættur seinni verður um evnið.

Tó er tað so, at ein partur kann brúka upplýsingar fingnar undir meklingini sum grundarlag undir áheitan til rættin um krav til mótpartin um framløgu av skjølum samb. rættargangslógini.

Ongin skrivilig frásøgn verður gjørd um tað, sum fer fram undir meklingini.

Mannagongd

Meklari og partar undirskriva hesa avtalu, og leggur meklari saman við pørtunum gongdina til rættis.

Meklari leiðir meklingina. Partarni møta persónliga, og skal tann sum møtir vegna løgfrøðisligan persón hava heimild til á staðnum at gera avtalu um loysn av trætuni.

Partarnir kunnu møta við advokatum sum hjásitum, um annað ikki er avtalað. Eru  ynski um aðrar hjásitar, so skal semja vera um tað.

Meklarin roynir at finna fram hvat trætan snýr seg um, hvørji áhugamálini hjá pørtunum eru og stuðlar pørtunum sjálvum at koma við uppskotum um loysnir.

Meklarin kann hava fundir við partarnar í felag ella í einrúmi, og kann meklarin bert bera víðari til hin tað, sum upplýst er í einrúmi, sum avtala er gjørd um.

Partarnir eru vitandi um, at meklari hevur ikki skyldu at siga sína faktisku og rættarligu hugsan ella meting um styrki og veikleikar í avtaluni, partarnir gera, líkamikið hvussu henda víkir frá tí, ein rættarligur úrskurðir væntandi var komin til.

Meklingin endar við eini avtalu um loysn av trætuni, ella við at partarnir enda meklingina uttan eina avtalu.

Kostnaður

Hvør av pørtunum heftir fyri og rindar helmingin av ómakslønini til meklara og  av øðrum útreiðslum, knýttar at meklingini.

Sum trygd fyri gjaldanini rindar partarnir hvør sína helvt av kravdum ávegisgjaldi. Endalig avrokning verður gjørd, tá meklingin er liðug.

Hvør partur rindar annars egnan kostnað, so sum útreiðslur sum viðkomandi hevur átikið sær mótvegis triðjupersónum. Meklari rindar og heftir ikki  fyri kostnað  til triðjapersónar sum luttaka, ella á annan hátt verða nýttir í meklingini.

tann            /               –   2021