Abort

Kvinnan alleina tekur avgerðina

Kvinnurnar ganga við børnunum, og bara tær vita, hvussu hetta ávirkar teirra tankar og kenslur at vera uppá vegin – og tað er sera konkret! Niðri á jørðini mótsatt einari ideologi, sum vil fylgja reglum, heldur enn at virða og lurta eftir kvinnuni.

Tað er onki nýtt, at kvinnan ikki verður hvørki hoyrd ella sæð ella vird í samfelagskjakinum, og at onnur halda seg vita, hvat hon skal og serliga ikki skal.

Tað kostar einki at standa uttanfyri, ikki vera uppá vegin og ákæra kvinnuna fyri barnamorð – og vaska sínar hendur. Og síggja stórt og nonchalant uppá kvinnuna.

Kanska sminkað eitt sindur við “at vit vilja hjálpa og stuðla henni”.

Fokus

Fokus er og skal vera kvinnan og hennara støða, og tað er ein grov niðurgerðing og forfylging av kvinnuni at flyta fokus yvir á “morð” á fostur ella óføtt barn. Eitt orðavæl sum leggur upp til hinvegin at siga “heksajakt” móti kvinnuni.

Kvinnur gerast uppá vegin undir nógvum ymiskum umstøðum. Ofta er hetta ein gleðilig hending, viðhvørt ikki so gott, viðhvørt ordiliga keðiligt og til aðrar tíðir ikki gott yvirhøvur.

Fólk sum tosa um forboð móti abort og dráp á ófødda barnið, eru fólk sum halda seg vita betur enn kvinnan, sum er uppá vegin, hvat er rætt fyri hana, og vilja taka ræðið av henni.

Nei, tey vita ikki betri, tey eru líkaglað við hennara lív og lagnu, tí tað hóskar seg betri í teirra hugaheimi (og ofta religiøsu ideologi) at hálova einum fostri, sum verður til eitt barn sum frálíður, og soleiðis seta seg sjálvan í eitt gott ljós, sum eitt elskandi menniskja – sum bara tekur lív, tá argumentini eru í ordan, ein er um at missa vald – og kríggj er neyðugt. Men tað er ein onnur søga.

Ábyrgd og álit

Frí abort merkir at kvinnan hevur endaligu avgerðina um hon velur abort ella ikki. Tað merkir, at samfelagið gevur kvinnuni ábyrgd at taka tað røttu avgerðina og hevur álit á, at hon ger tað.

Kvinnan kann í støðuni, hon er í, hava brúk fyri stuðli og samrøðum, men endaliga avgerðin er hennara – og er ein pápi  inni í myndini  so er hann uttan iva eisini ein partur í hugaheiminum hjá kvinnuni, tá hon tekur støðu. 

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.