
Mekling eigur altíð at roynast, áðrenn farið verður víðari í juridiska sporinum alleina:
- Størri møguleiki fyri eini varandi loysn
- Nógv skjótari
- Kostnaðarminni, bæði í tíð, pengum og orku.
Meklingin brýtur m.a. við rættarmálsførslu á hesum øki:
Rættarmálsførsla snýr seg um at staðfesta rættvísi(rætt ella skeivt) í mun til rættarreglur, viðgerðin snýr seg nakað sum farið er, lítur aftur í tíð.
Viðgerð av kenslum og samskifti annars er ikki partur av rættarmálsførslu. Rættarmálsførsla er ógvuliga kostnaðarmikil bæði í tíð, pengum og mentalari útlúgvan.
Flestu meklingsfundir hinvegin enda við einum positivum úrslitið aftaná 2-3 fundir á 3 tímar og kostnaðurin er samsvarandi hesum.