Tað eigur at bera til í princippinum at vera ímóti abort og kortini ásanna at reglur, grundaðar á etik, religión, moral ella persónliga áskoðan ikki altíð eru nýtiligar í fjølbroytta og ofta trupla menniskjaliga samskiftinum.
Princippir og reglur eru ikki konkret støðutakan.
Reglur og princippir einsrætta og kunnu vera hentar at lena seg uppat – men absoluttar etiskar reglur um lívið hjá gitna egginum og frælsisrættindi hjá kvinnuni til fosturtøku – tær clasha!
Hetta er eisini etikkur
Tó so, við atliti til, hvussu hesar reglur virka í veruliga, faktiska dagligdegnum, ber til við umhusni at tryggja virðing fyri bæði komandi børnum og gravidum kvinnum.
Hetta verður gjørt við at geva gravidu kvinnuni egin rættindi til støðutakan til abort , og samstundis at avmarka henda rætt hennara alt eftir hvussu nógv eggið er útviklað til at gerast eitt barn. Tað gerst við tíðaravmarking.
Tað er bæði etiskt og moralskt forsvarligt og í samsvari við dagliga veruleikan.
