Muslimskt trúarhús í Føroyum

Tað er lætt politiskt at vinna sær undirtøku við at focusera uppá hetta hús sum tað stóra dýrið, sum kemur at gera av við okkara kristnu tilveru. So herliga einkult!

vit skulu vera á varðhaldi so tryggleikakensla okkara sum íbúgvar í Føroyum verður varðveitt, men tryggleikakenslan er ein politisk kastibløka. Tað eru har atkvøðurnar til makthavararnar eru at finna.

Ein ótti fyri tí ókenda býr í okkum øllum. Og tá fremmanda fólk koma higar við heilt aðrari uppfatan um atburð enn vit eru von við gerast vit ótrygg og er tá orsøk at seta spurningar, fyribyrgja og tillaga.

POLITISK LÍKASÆLA

Tað er uppgávan hjá politikarum at syrgja fyri hesum – einum framhaldandi tryggum samfelagi – og ikki at misnýta ótryggleikan sum politiskt amboð til sjálvpromovering.

Hvat er nú knappliga á vási? Hevur onkur sovið í tímanum ella kanska notið gott av teimum mongu fremmanda fólkunum, sum nú yvir eitt longri tíðarskeið eru komin streymandi inn í landið – tí brúk er fyri teirra arbeiskraft. Tøgn!

Nú ynskir hesin bólkur av fremmandum eini hús at praktisera teirra religiøsu fatan. Og so verður málað og skrivað og hótt við tí stóra penslinum. Tey sum dyrka religión plaga at finna útvegir at finna saman um hesa – hús ella ikki.

Fólk og serliga minnilutar, tað veri seg mentanarligir ella religiøsir, klumpa seg saman við virðum og ideologium. Tað mugu vit eisini rokna við at tey fremmandu í Føroyum gera.

Vit hava trúarfrælsi og tað eigur at vera so, og eisini galdandi fyri tey, sum hava aðra trúgv enn ta kristnu.

Skilji ikki hví vit nú knappliga skulu óttast so øðiligt nú talan gerst um eini hús. Tosað verður um bann, moskur, ræðandi søgur og dømir úr øðrum londum etc.

TALIÐ AV FREMMANDAFÓLKUM

Er tað ikki vit sjálvi sum avgera hvussu nógv fremmanda fólk vit vilja hava flyta inn í landið?

Eins og vit sum avgera, hvussu tey búleikast her: arbeiði, búðstaður, skúlagongd, málkunning, socialveitingar o. a.?

Eins og vit ansa eftir treytum fyri framhaldandi uppihaldi?

“Vit” eru tey ráðandi – politikkararnir.

So ístaðin fyri at tveita alt Føroya fólk út í eitt fremmandahat, ikki ólíkt racismu, alt grundað á politiskt uppblásta atkvøðugevandi ræðslu og enntá við bíbliuni í hond bróta grundleggjandi menniskja rættindi um trúarfrælsi – so eiga tey ráðandi at taka sær um reiggj, ásanna líkasæluna og ráðaloysi, sum hevur valdað á økinum.

FLYTIÐ FOCUS

Ístaðin at focusera uppá religiónina so focusera uppá tey fremmandu sum so. Hvussu nógv tolir hetta lítla land at svølgja!

All reactions:

Svara her

Dette site anvender Akismet til at reducere spam. Læs om hvordan din kommentar bliver behandlet.