Fosturtøkulógin – 2. viðgerð í løgtinginum

Hóast nærum óendaligt tos og ótolandi endurtøkur – meiri ætlaðar veljarum frammanfyri skýggjanum,  enn teimum í salinum – verður framvegis tosað uttanum kjarnina í málinum. 

Spakuliga er kjakið flutt frá læknanum til kvinnuna – tað er so altíð nakað. 

Men so steðgar upp! Tí nú tykist sum, at spurnartekin verður sett við kvinnuna og hennara tørv á abort – ella fosturtøku. 

Tað er skelkandi at hoyra útsagnir endurtiknar ferð eftir ferð um, at “kvinnan uttan grundgeving yvirhøvur skal kunna fáa abort”. Soleiðis var rópt út fleiri ferðir  í orðum, men eisini óbeinleiðis undirliggjandi, tí sum varð sagt.  

Er tað ikki júst tað sum málið snýr seg um: at kvinnan sjálv og inni í sær sjálvari veit, hvør avgerð er tann rætta. Hevur vent støðuni fleiri ferðir við ella uttan stuðlandi samrøður – áðrenn avgerð er tikin. 

Tann, sum ikki ásannar hetta, virðir heldur ikki kvinnuna í støðuni hon er í, men tekur gitna eggið framum. 

Tað er rættiliga einkult.  

Og so eru vit aftur í gomlu lógini um, at argument skulu leggjast fram á borðið til onnur at taka støðu út frá. 

Millumloysnir, so sum at draga mál út fyri at “tosa kvinnuna til rættis” – annan vegin ella hin vegin, sum kanska onkur sær fyri, er ikki eitt nýtt hugskot, men er vorðið praktiserað í ólukkumát – til allar tíðir. 

Nú er stundin komin at kvinnan sjálv sleppur uppi part – og eigur avgerðina sjálv.  

Sera drúgva orðaskifti í tinginum vísti týðiliga, at: tess vánaligari argument tú hevur í einum máli, tess fleiri orð og endurtøkur brúkar tú.Rediger

Svara her

Dette site anvender Akismet til at reducere spam. Læs om hvordan din kommentar bliver behandlet.