Ein fragd at lurta eftir Brandi Nolsøe Mortensen, samskiparanum í javnstøðu nevndini. Hann veit, hvat hann hevur við at gera.
Nógv verður tosað og gitt í eftirfylgjandi samrøðu, har menn verða viðgjørdir út frá ymiskum sjónarhornum. Ikki specielt áhugavert, mest tað vanliga prátið.
Ongin, ongin.. av hesum klóku høvdum kemur inn á, ella bara nemir við spurningin “status”, tann status menn gjøgnum øldir hava havt í samfelagnum mótvegis kvinnum – og hvønn týdning hann kann hava havt og hevur á teirra hugsunarhátt og atburð.
Kanska sigur Brandur tað óbeinleiðis, men klárt verður tað ikki nevnt.
Og tað er neyðugt at hava við. Alneyðugt, tí mennirnir skulu seta fokus á seg sjálvar, tykjast semja vera um, og tað merkir at teir skulu flyta fokus burt frá kvinnunum og teirra ábyrgd og atferð – og ístaðin sjálvir taka ábyrgd á egnum lívi.
Og tað er galdandi fyri høgan sum lágan.
Tað er lættari at ganga upp trappuna enn niður aftir