
Trætur skulu loysast – ikki vinnast!
Flestu ósemjur og trætur loysa vit við at tosa saman, men viðhvørt steðgar samtalan ella broytir skap, og ósemjan veksur og gerst til eina fastlæsta trætu, konflikt, sum trupult kann vera at koma úr aftur.
Hvat gera vit tá! Ymiskir er vegirnir. Vit kunnu venda trætuni bakið, látast sum hon ikki er har, og slíta tá ofta eisini samskiftið við hin partin. Ella vit kunnu fara í hernað við orðum og álopum, vísa styrki og veikleikar.
Maktnýtsla, t.d uppsøgn, at nokta at samstarva, verkfall/verkbann eru eisini vegir sum verða nýttir at loysa ósemjur. Maktnýtslan kann eisini verða beinleiðis harðskapur, happing og krígsførsla.
Rættarmálsførsla
Nógvar trætur enda í dómstólinum, tí partarnir ikki megna at tosa saman, og halda at rættvísi liggur har, og leggja málið í hendurnar á advokatum og dómara.
Annar parturin fær tá viðhald, vinnur, og hin tapir. Tað bøtir ikki júst um frammanundan vánaliga samskifti.
Vit eru tey nærmastu til at loysa okkara egnu trætur, og eiga at spyrja okkum sjálvi, um onnur eru betur skikkaði at greiða okkara trætur, enn vit sjálvi eru? Ynskja vit eina loysn eftir tí leisti, sum rætturin ella myndugleiki fylgjur, nevniliga eina avgerð grundað á bert rættarreglur um, hvat er rætt og skeivt sambært lóggávuni, og sum hevur eitt ógvuliga avmarkað rúm fyri øðrum enn rættarligum atlitum. Rættvísi sambært lóggávuni nýtist ikki at tað vera tað sama sum tín rættvísiskensla, sum er knýtt at nógvum øðrum atlitum enn teimum fáu rættarreglum, sum rætturin grundar sína avgerð á.
Við at lata triðjapersón taka avgerð fyri teg, sigur tú samstundis frá tær møguleikan at taka ábyrgd á loysnini.
Trætumekling (mediatón)
Partar, sum ikki megna sjálvi at loysa eina ósemju ella trætu, men sum samstundis ynskja eina loysn, sum tey sjálvi finna fram, kunnu frá konfliktmeklara fáa hjálp at tosa gjøllari um viðurskiftini, sum liggja til grund fyri ósemjuni, sí nærri her um konfliktmekling.