Hitt kynið

“HITT KYNIД

JAVNSTØÐAN ella rættari sagt KYNSÓJAVNIN eru umsíðir vorðin eitt evni, sum fær fólk at ressast við.
Tað er gleðiligt og uppá tíðina, (lógin er 31 ára gomul), og hóast fleiri á Facebook enn tykjast at ynskja hana, har piparið grør, so eru eisini hesi sjónarmið positiv: tekin um lív, at evnið ávirkar og hevur týdning – og ikki longur bara kann tigast burtur sum fjas.

Tó – kjakið haldi eg enn er á í so lágum støði, tá so nógv, nú apropos løgtingsvalið, kenna trongd til alment at útbasunera, at tey kundu ikki droymt um at valt eina kvinnu “bara tí hon er ein kvinna”! Hvat er hetta fyri gruggut tos? Og óerligt eisini.

Hví siga hesi ikki bara erliga: eg velji ikki kvinnu, tí mær dámar betri at velja ein mann (teir eru skilabetri).
Altso undirskilt: um kvinnurnar ikki kunnu prógva at tær eru betri enn menninir, ella í hvussu er minst líka dugnaligar …. Ja so fellur valið á kallkynið.

Hetta er enn ein niðurgerðing av kvinnum, teirra evnum og áhugamálum, og ein beinleiðis mentanarlig niðurarving knýtt at, hvørjar leiklutir kvinnur og menn hava havt í samfelagnum og hvussu hesir eru virdir.
“Eg kundi ikki droymt um at valt ein mann, bara tí hann er ein maður”. Nå! Hvat er tað so, tú ger, tá tú frávelur kvinnuna við orðunum “at bara tí hon er kvinna”.

Kann tað hugsast, at tú velur mannin “bara tí hann er maður”? At tú hyggur meira eftir kyninum enn eftir dygdum? Ja tað giti eg.

Hetta er ikki ókent fyribrigdi innan nógv øki, og kallast við fínum orðið faktisk positiv kynsdiskriminatión.
Í tí fjalda hevur og fær annað kyni fyrimunir innan alskins øki, ikki grundað á dugnaskap og evnir, men eina og aleina grundað á kyn. Og tann ágóðan fær oftast kallkynið.
Enn í dag verður framvegis nýtt orðingin “hitt kynið” ella “annað kynið” um kvennkynið. Tað eru nógv ár (76 ár) síðani hesi orð fyrstu ferð vóru søgd, men eru tey framvegis aktuell her hjá okkum.

Fyrst valda kynið er maðurin!

Svara her

Dette site anvender Akismet til at reducere spam. Læs om hvordan din kommentar bliver behandlet.