Arvur og testamenti saman

Við testamenti kann tú bert ráða yvir ½ av egnari ogn tíni -um tú hevur tvangsarvingar, t.e. børn/hjúnafelaga. 

 

Hjúnafelagar við ongum børnum

Tann deyði hjúnafelagin hevur gjørt testamenti um ½ av ogn síni (t.e.1/4 av øllum).

Arvurin hjá eftirsitandi hjúnafelagnum, sum annars sambært lógini er einaarvingur, arvar nú ístaðin 3/4 av øllum.

Hjúnafelagin arvar:        1/4 + eigur ½           = 3/4 av øllum
Testamentsarvingin fær           = 1/4 av øllum

Hjúnafelagar við børnum

Tann deyði hjúnafelagin hevur gjørt testamenti um ½ av ogn síni /t.e. ¼ av øllum)

Arvabrøkarnir hjá eftirsitandi hjúnafelagnum og børnunum, nevniliga  1/3 og 2/3 skulu nú roknast av einum 1/4 av felagsbúnum ístaðin fyri av 1/2.

Hjúnafelagin arvar: (1/3 av 1/4) + eigur ½  = 7/12 av øllum
Børnini arva: (2/3 av 1/4)  = 2/12 av øllum
Seinasti ¼ fer til
testamentsarvingin.
 = 3/12 av øllum

Støk við børnum

Tann staki ger testamenti um ½ av ognum sínum:

Børnini arva sum tvangsarvingar   = ½ av búnum
Testamentsarvingurin
hina helvtina
  = ½ av búnum