Trætumekling er ein samráðingarháttur, sum partarnir kunnu avtala at royna.
Í trætumekling fáa partarnir høvi til undir leiðslu av óheftum meklara eftir serligari skipan at tosa seg til sættis. Partarnir greiða frá og lurta og seta seg inn í sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Egin sjónarmið eisini kunnu ávirkast og nýggir møguleikar fyri semjuloysn koma undan kavi. Ofta endar meklingin við at partarnir gera eina avtalu um, hvussu samskiftast skal framyvir.
Meklingin fer fram í trúnaði, og partarnir binda seg til ikki at bera víðari nakað av tí, sum fram fer undir meklingini, uttan so at annað er avtalað. Sama er galdandi fyri meklaran. Trúnaðarkravið er fortreytin fyri at fáa bygt upp tað álit, sum samskifti undir meklingini krevur.
Trætumeklingin er sjálvboðin, og heldur tí bert áfram so leingi partarnir ynskja at luttaka.