Krevur gott samskifti millum foreldrini.
Spurningurin um foreldramyndugleika gerst ofta ikki aktuellur, fyrrenn trupulleikar stinga seg upp í í hjúnalagnum – í samband við hjúnabandsslit. Hvør skal hava foreldramyndugleikan á børnunum, hava børnini búgvandi hjá sær, og annars hava endaligu avgerðina um dagligdagin hjá børnunum, skúlagond osv.
Foreldramyndugleiki er eitt juridiskt hugtak, sum knýtir rættindi at sær. Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, ræður yvir barninum. Hava bæði foreldrini foreldramyndugleikan, so sum hjún hava tað, eru tey tvey um at ráða. Tá foreldrini fara hvør til sítt kann felags foreldrarætturin varveitast, og avbjóðingin er hjá foreldrunum, sum nú ikki meiri búgva saman, er tá framhaldandi at samskifta so skilagott sum gjørligt um børnini.
Samlivandi sum hava felagsbørn, men ikki eru gift, kunnu avtala felagsforeldramyndugleika til børnini, men gera tey ikki tað, so hevur mamman foreldrarættin einsamøll.
Spurningurin um foreldramyndugleika kemur oftast upp í samband við hjúnarbandsslit ella upploysn av samlívi. Men júst tá eru foreldrini ofta í kreppu og grundarlagið at tosa um framtíðina vánaligt. Trupult er at at tosa, og ofta verður lítið tosað ella tosið er ikki so konstruktivt. Kortini er neyðugt við eini støðutakan til, um foreldramyndugleikin til børnini framhaldandi skal vera felags ella um um annað av foreldrunum einsamalt skal hava foreldrarættin og hitt tá ein samverurætt.
Lítið er at ivast í, at fólk í kreppustøðu, sum eitt hjúnabands- ella samlívsslit er fyri tey flestu, hava tørv á hjálp at tosa saman um tær avbjóðingar, sum broytta støðan hevur við sær – ikki minst so, at børnini ikki gerast berarar av tvístøðuni millum tey vaksnu. Vit hava ikki í Føroyum eitt lógasett krav um at fólk skulu hava roynt at tosa saman við einum triðjapersóni til at hjálpa (konfliktmekling) áðrenn hjúnabandsslit. Men tilboð finnast, sum ein kann leita sær fram. Og hjá Ríkisumboðnum finst eisini eitt tilboð um konfliktmekling, sum eitt amboð serliga um samskifti við børnini.
Konfliktmekling í sbd. við samlívsslit
Felags foreldramyndugleiki setir stór krøv til samstarvsevnini og ábyrgdarkensluna hjá foreldrunum, men eisini, um annað fær foreldramyndugleikan og hitt samverurætt er framtíðar samskifti av stórum týdningi. Meklingin gevur foreldrunum innlit í, hvør loysn tey halda er tann besta fyri tey. Møguleiki er eisini at leita sær sjálvstøðuga konfliktmekling hjá konfliktmeklara. Fleiri eru sum í dag kunnu veita hesa tænasta. Konfliktmeklingin, hevur ikki til endamáls at fáa foreldrini at finna saman aftur, men at gera tað lættari hjá teimum at avgera, hvussu tey framyvir samskifta best møgulig. Hetta forðar sjálvandi ikki, at tey avgera at royna enn einaferð, og kann eisini gerast úrslitið av einum slíkum fundi, har tey kanska fyri fyrstu ferð hava havt høvi at sett seg inn í støðuna hjá hvør øðrum og skilt, at meiri enn ein sannleiki eru um samlív teirra.
Hvør tekur fyrsta stigið at tosa saman, tá krígsstøða er?
Felags foreldramyndugleiki byggir á samstarv millum tey vaksnu. Mekling byggir á samtalu, at tosa saman, men fyri foreldur, sum eru í krígsstøðu, kann mekling og samtala tykjast vónleys og nyttuleys, tí “alt er roynt”. Men júst tá er tørvurin á samtalu so mikið størri.
Spurningurin er, hvør tekur fyrsta stigið! Ella er tað kanska so, at onnur mugu taka stigið fyri fólk, sum eru læst fast í eini ólóysiligari konflikt. Tað er ofta so ja. Í Noregi er tí vorðið álagt við lóg, at hjúnafelagar skulu hava verið til konfliktmekling, áðrenn separatión/hjúnaskilnaður verður fingin.
Nógv fáast ikki til meklingar uttan at onkur annar pressar uppá, tað verið seg familja, arbeiðsfelagar, leiðarar, vinfólk, sum betur enn partarnir sjálvir síggja, at her má okkurt serligt til.
Konfliktmekling nýtir ikki altíð at loysa allar trupulleikar, men sjáldan man tað vera so, at ikki okkurt er fingið burturúr. Bara tað at noyðast at lurta veruliga eftir, hvat hin hevur at siga, og at hoyra hin lurta eftir tí, tú hevur at siga, kann opna eygur, so ein sær og skilir nakað ein ikki visti áðrenn – kann gera tann stóra munin.
Tað er lættari at ganga upp trappuna enn niður aftir
Like this:
Like Loading...