Hjúnafelagsskifti, býti av ogn og skuld
Hvussu ger man við øllum tí fíggjarliga?
Svar 1:
Áðrenn yvirhøvur verður farið undir at býta, skal gerast eitt fullfíggjað yvirlit yvir ogn og skuld. Skuldin er ein nágreinilig upphædd, meðan ognirnar mugu setast í eitt virði.
Virðini, sum ásetast skulu, eru marknaðarvirðini, also hvat húsið, jørðin, bilurin, báturin kann seljast fyri. Partarnir kunnu semjast um eitt virðið at leggja til grund, ella semjast um at læta onkran óheftan meta um virðið.
Tá virðini eru ásett, verður gjørt eitt samlað yvirlit yvir ognir og skuldir hjá konu og manni, og funnið verður fram til tað upphædd, sum býtast skal í tveir eins stórar partar. Ikki fyrrenn tá verður farið undir at finna fram til, hvør íð skal hava hvat, og um hvussu fast verður hildið við eitt helvtarbýti, ella um møguliga ein annar brøkur skal nýtast.
Hvat skal við? Hvussu við tí, sum vit áttu áðrenn vit giftust? Hvussu við arvi?
Svar 2:
Alt. Eisini tað sum partarnir áttu áðrenn giftuna roknast við, eisini sjálvt um hetta kennist sum persónligir lutir. Sama er við arvi og gávum, frá bæði áðrenn og aftaná giftu.
Alt skal við til virðisásetingina, eins og skuld frá tíðini áðrenn eisini skal við, t.d. slíkt sum lestrarskuld, og skuld sum kanska kennist privat.
Hetta merkir tó ikki, at hin eigur tingini hjá tær. Tú hevur fyrsta rætt til tínar lutir, tá helvtarbýtast skal, og innan fyri tína helvt kanst tú krevja tey ting tú eigur fyri tað virðið, tey eru sett til.
Hvussu ger man við húsinum?
Svar 3:
Húsini eru oftast tað størsta virðið og samstundis bústaður, og elvir til nógv høvuðbrýggj.
Húsið skal virðisásetast, og kunnu kona og maður semjast um eina upphædd, er tað óført. Ongin myndugleiki krevur, at eitt serligt virðið verður ásett.
Trupult kann vera eitt semjast um eina upphædd, tí tann, sum ynskir at vera búgvandi í húsinum, at yvirtaka tey móti at útgjalda hinum, hevur áhuga í eini lágari upphædd, meðan hin ynskir eina høga upphædd ásetta.
Fæst ikki semja, so fæst ofta semja um at velja ein uttanveltaðan persón, advokat ella sølumeklara at meta um søluvirðið á húsinum. Fæst framvegis ikki semja, so kann gerast neyðugt at enda í skiftirættinum og kanska at selja húsini.
Hvat gerst, tá hin ikki vil medvirka? Onki hendir.
Svar 4:
Fær myndugleikan at hjálpa sær. Myndugleikin er her skiftirætturin.
Vert er at leggja til merkis, at møguleiki er bara at fara í skiftirættin, til tess at fáa gongd á skifti, um formilig separatión ella hjúnaskilnaður frammanundan er fingin.
Til tess at fáa gongd á hjúnabandsskifti er ofta verða neyðugt við advokahjálp.
Hevur nakar fyrstarætt til húsini?
Svar 5:
Ja, tann sum eigur húsini, hevur fyrstarætt til tey, og er tað tann, sum á skeytinum stendur sum eigar, sum eigur tey. Ofta hava báðir hjúnafelagar undirskrivað lániskjøl í samband við húsalán, men hetta er ikki tað sama sum at vera eigari.
Eigarin hevur eisini aðrar fyrimunir, so mælast kann til, at bæði standa á skeytinum sum eigarar. Tá er størri javnvág, tá forhandlast skal.
Og hvat við teimum ymisku tingunum, innbúgvinum, amboðum o.a.
Svar 6:
Tað skal alt í princippinum virðisásetast til marknaðarprís og síðani býtast. Marknaðarprísurin, auktiónsprísurin, á leysafæi og innbúgvi er ikki høgur, og sjáldan verður samlaða virðið meiri enn eini 30.000 til 40.000 kr.
Best er um ein semja kann fáast um býti av hesum, og er ofta eisini tað, sum verður gjørt. Men aftur her, viðhvørt er neyðugt at fara ta tungu gongd í skiftirættin eisini til býtið av innbúgvi. Tað er ikki ein win-win situatión, sum tikið verður til, tí tað kostar nógv at lata eitt skifti til alment skifti.
Hvat um eg keypi ein bil nú, aftaná at við eru separerað, men áðrenn vit hava skift fyri pengarnar hjá mær?
Svar 7:
Avgerandi er, um hetta eru pengar, tú átti pr. separatiónsdagin, ella pengar sum eru vunnir aftaná. Eru tað pengar, tú átti pr. sep. dagin, hoyra teir búnum til, soleiðis at skilja, at um tú keypir ein bil fyri hesar, so verður tað bilurin, sum ístaðin gongur inn í búgvið við keypsprísinum. Eru hetta pengar tú hevur forvunnið ella t.d. arva aftaná sep. dagin, eru teir hinum óviðkomandi,og tú kann gera við tær hvat tú vil, og bilurin gongur ikki inn í búgvið.
Tí tá tit eru separerað, hava tit ikki meiri fíggjarligan felagsskap. Sep. dagurin er skeringsdagur fyri uppgerð tykkara. Ein Gekkur vunnin aftaná sep. dagin, skal ikki býtast við hin.
Fíggjarligi felagsskapurin endar longu við separatiónini. Separatiónsdagurin er skeringsdagur. Tað er ikki neyðugt at býða við at skifta, til tit endaliga eru hjúnaskild.
Hvat kostar tað at fáa advokat at hjálpa sær við skiftinum?
Svar 8:
Advokatkostnaðurin verður ásettur sum tímatakstur, sí kostnað mín her
Vegleiðandi kann sigast, at tey flestu skiftir, sum verða avgreidd uttan at neyðugt verður at fara í skiftirættin, kunnu avgreiðast innan fyri ein tíðarmargin frá 5 – 15 tímar.
Skal skiftast alment, tvs. við hjálp frá skiftirættinum verður tosað um heilt aðrar upphæddir. Umframt at gjaldast skal eitt skiftiavgjald, ca. 2 % av virðinum í búnum, so skal gjaldast til skiftimeðhjálpara, sum skal hava tímatakst eins og advokatur og síðani skal hvør partur eisini verða umboðaður av egnum advokati.