Mediatión – Konfliktmekling – Trætumekling – Mekling

Mediatión

Mediatión er altjóða heitið fyri arbeiðið, sum triðjipersónur ger í royndunum at fáa ósamdar partar at semjast. Í orðinum mediatión liggur at viðkomandi triðjipersónur kemur ímillum ella gongur ímillum partarnar.

Mediatión fevnir um nógvar ymiskar mediatiónshættir:

  • Upprunaligi hátturin
  • Avtalu-  ella úrslitavendi hátturin
  • Systemiski cognitivi hátturin
  • Transformativi hátturin
  • Narrativi hátturin

Hvør háttur verður nýttur velst um hugburðin hjá mediator, hvat partarnir ynskja, og hvørji evnini eru.

Konfliktmekling

Keypmannahavar Universitet hevur eina tað bestu útbúgvingina í mediatión á høgum støði. Útbúgvingin er grundað á doktararitgerð hjá Vibeke Vindeløv, um hví og hvussu meditión eigur vera brúkt sum konfliktloysingarháttur -sum eitt alternativ til eitt nú dómstólaviðgerð.

Mekling

Trætumekling er føroyska heitið á virksemi mínum sum meklari. Kortini nýti eg eisini heiti mekling og semjuloysn við mekling, sum vendir huganum móti framtíðini og tí góða úrslitinum heldur enn móti trupulleikanum.

Rættartrygdin

Ein týðandi boðskapur  hjá Vibeke Vindeløv er rættartrygdin og teir etisku spurningar, sum knýta seg til trætuloysn við mediatión. Mediatión er enn eitt ólógregulerað øki, og setur tí serlig krøv til mediator at ansa sær ikki at virka sum dómari, manipulator etc. Vandi er fyri hesum, um mediator ikki hevur nøktandi kunnleika, og tí ikki er vitandi um ábyrgdina sum fylgir hesum leikluti.

Orðið konfliktmægling hevur í Danmark og í Skandinavia yvirhøvur nú fest røtur, og fingið serstaka merking við serligum denti á meklaraetik og meklara ábyrgd.

Trætumekling

Sjálvandi kann orðið konfliktmekling nýtast her hjá okkum, men havi eg hildið tað rættari at brúka føroyska heiti træta – í staðin fyri konflikt. Ein træta og ein konflikt eru meiri og minni fastlæster ósemjur.