Kann hjúnafelagi sum situr við óskiftum búgvi gera testamenti?
Um onki testamenti er gjørt frammanundan, kann eftirsitandi hjúnafelagin gera testamenti um 1/2 av ogn síni ella 1/4 av samlaðu ognini.
Hin ¼ av ognini hjá eftirsitandi er tvangsarvur hjá børnunum.
Um hjúnafelagarnir í felag hava gjørt eitt testamenti, sum fevnir um 1/2 av samlaðu ognini, kann ikki avgerast meira við testamenti:
Eftir er tá bara tvangsarvur at skifta millum børn og eftirsitandi hjúnafelagin (um tann sum situr við óskiftum búgvið velur at skifta) soleiðis:
Hjúnafelagin arvar: | 1/3 av ½ | = 1/6 av samlaðu ognini | 1/6 |
Børnini arva | 2/3 av ½ | = 2/6 av samlaðu ognini | 1/3 |
Testamentsarvur | = 3/6 av samlaðu ognini | 1/2 |