
Uptrappandi og/ella avspennandi
Málið og kropsmálið hevur stóran týdning fyri, um ósemjan verður loyst á ein positivan hátt ella ikki. Ikki gita og ákæra, men spyrja og kanna. Ikki loypa á og verja, men vera opin. Ikki blanda persón og mál saman.
Uptrappandi málbrúk | Avspennandi |
Tú – mál Focuserar uppá hin. |
Eg – mál Tosar út frá okkum sjálvum: hvussu vit hava tað, og hvussu vit fegin vilja hava tað.Hvussu vit skilja tað, sum sagt verður, og hvussu tað ávirkar okkum og síðani koma við uppskotum. |
Brýtur av | Lurtar |
Vísir líkasælu | Vísir áhuga |
Fokuserar uppá mistøk, finnist at | Tosar um egnan tørv og egin ynskir |
Gevur hinum skuldina | Tekur ábyrgd |
Setir leiðandi spurningar.
Leiðandi spurningar hava ofta bert til endamáls at fáa váttað tað, ein visti frammanundan, og verða ikki settir fyri at kanna støðuna.Til tess er ein ein opin spurningur hóskiligur: “hvat?, “hvussu?, men helst ikki ov nógv “hví?, sum ofta hevur í sær eina ákæru. |
Brúkar opnar spurningar: “hvat”og “hvussu” |
Tosar abstrakt, generaliserar | Tosar konkret |
Melur aftur á fortíðina |
Hugsar meir um nútíðina og framtíðina |
Blandar persón og mál saman | Tosar um málið, fer ikki eftir persóninum |
Dialogur/kjak
Í dialogi tosa vit fyri at skilja hvønn annan og finna fram til hvussu vit kunnu byggja brýr, finna eitt felags stev.
Í kjaki er endamálið ofta tvørturímóti at draga fram tað sum skilir, at verja sjónarmið og grundgeva við at tosa fyri og ímóti, og royna at egin sjónarmið yvir hini – ella at vinna á hinum við orðum. Ofta tó bert ein stokkutur siður.
Tankar eru ikki sannleikar, men áskoðanir. Tankar verja seg, tá teir eru sagdir!