Skúlameklling

2005/10/08

Skúlanæmingar kunnu upplærast til meklarar, og síðani at mekla millum næmingar.

Meklarin skal upplærast í leikluti sínum at stýra orðaskiftinum og  ikki at taka partí við nøkrum av pørtunum.
Partarnir skulu hava álit á meklaranum, og júst tá snýr seg um konfliktir millum børn kunnu barnameklarar her hava ein fyrimun framum vaksin fólk, tí

  • børnini kenna seg meiri á jøvnum føti við aðrar næmingar
  • børnini hava størri kunnleika til konfliktniveuaið í skúlanum
  • børnini tosa sama mál og skilja betur kodurnar hjá hvør øðrum
  • børnini hava ein áhuga sjálvi at viðvirka til ein góða skúla

Nógvar royndir eru á økinum í okkara grannalondum, og fleiri bøkur eru um skúlamekling, sum avgjørt er eitt amboð, sum eigur at verða brúkt her hjá okkum eisini.

Undirvísing í mekling, krevur eisini undirvísing í at læra at skilja og handfara konfliktir. Trætur og konfliktir hoyra dagligdegnum til, eru eitt lívsvilkor. Um hesar ikki vera handfarnar skilagott beinanvegin kunnu tær lættliga vaksa til fastlæstar trætur og happing.

Konfliktfatan og handfaring, herundir mekling eigur at vera eitt evni, sum komandi lærarar eiga at fáa kunnleika um, og so kunnu bera víðari til næmingarnar. Fortreytin fyri at næmingar kunnu virka sum meklarar er, at lærararnir eisini kenna til mekling og konflikthandfaring.

Mekling hevur til endamáls ikki bert at loysa ta konkretu trætuna, men eisini at geva høvi til partarnar framyvir betur at handfara sínar egnu trætur.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.