Arvur sambært lógini -uttan testamenti

arvabýtið

Arvur, arvabrøkar og skifti

Er onki testamenti gjørt verður arvurin býttur sambært arvalógini:

Persónarnir, sum kunnu arva sambært lógini, eru:

  • Hjúnafelagaðar
  • Børn
  • Um eitt barn ikki er á lívi – so lívsarvingar(børn) hjá hesum

Um ongi børn og ongin hjúnafelagið er – so arva foreldrini
Um foreldrini ikki eru á lívi – so systkin, og evt. lívsarvingar hjá hesum
Um ongi systkin eru – so ommur og abbar
Um omma og abbi ikki eru – so avkomar teirra til og við systkinabørn

Obs!
Ógift samlivandi arva ikki hvønn annan.

Líkamikið hvussu leingi hesi hava búð undir sama taki. Her má testamenti gerast.

Arvabrøkarnir eru hesir:

Hjún við børnum:

Er felagsbúgv, also ikki er serogn í búnum, so eigur hjúnafelagin altíð helvtina av felagsbúgvinum.

Hin helvtin verður býtt millum arvingarnar soleiðis:

Hjúnafelagin: 1/3 av helvtini hjá deyða hjúnafelaganum, also fær við hesum sín ognarlut + arv: íalt av samlaða búnum 2/3. Her kann veljast at ikki skifta men sita við óskiftum búgvi ístaðin – um øll børnini eru felagsbørn.

Børnini arva: 2/3 av partinum hjá tí deyða, also av samlaða felagsbúnum íalt 1/3.

Hjún uttan børn:
Eftirsitandi hjúnafelagin arvar alt. Skiftast skal, og tá seinni doyr, verður býtt í tvey, so arvurin fer við helvtini til hvørja familju, um ikki annað er avgjørt við testamenti.  

Óskift búgv:

Longstlivandi við felagsbørnum kann velja ístaðin at skifta at sita við óskiftum búgvi, og tá verður ikki skift, fyrrenn tá longslivandi doyr.

Við serbørnum, also børnum hjá fyrra deyða hjúnafelagnum, kann eftirsitandi hjúnafelagnin ikki  sita  við óskiftum búgvi, uttan so at tey geva samtykki. Annars skal skiftast við hesi.

Við skifti aftaná at longstlivandi, (sum hevur sitið við óskiftinum búgvi við felagsbørnum) arva børnini alt.

Skifti, privat ella alment

Tá skiftast skal, og eisini tá søkjast skal um at sita við óskiftum búgvi, er tað skiftirætturin sum er myndugleikin, ein skal venda sær til.

Skiftirætturin hevur á heimasíðu síni nærri upplýsingar um møguleikarnar og eisini ymisk oyðubløð, sum kunnu gerast aktuel at nýta, alt eftir hvør leistur verður nýttur, sí her faldari frá skiftirættinum.