Eftirsitandi hjúnafelagin
At eftirsitandi hjúnafelagin kann velja at sita við óskiftum búgvi merkir:
- at hjúnafelagin ikki nýtist at útgjalda børnunum arvin eftir fyrra deyða hjúnafelagin, tí
- at børni arva seinni deyða foreldri, tá hesin ella henda doyr. Hjúnafelagin umsitir ognirnar eftir fyrra deyða.
Felagsbørn
Hetta merkir so eisini:
- at sitast kann bara við óskiftum búgvi við felagsbørnum (børnum sum eru arvingar at báðum foreldrum)
- at um fyrri deyði átti serbarn, so skal hetta úgjaldast.
Serbørn
Tað ber til, men tá mugu serlig skjøl gerast, og hartil krevst ráðgeving.
Tey kunnu loyva at útseta útgjaldið til teirra (sum tey eiga í arvi eftir nú deyða foreldri), men samstundis skal tryggjast at tey so eisini taka arv, hóast tey ikki eru arvingar eftir tann, sum situr við óskiftum búgvi. Her kemur uppá tal at gera testamenti og onnur skjøl eisini. Hetta krevur holla vegleiðing.