
Testamenti broytir arvabrøkarnar
- tú hevur ávirkan á, hvussu ogn tín verður býtt, tá tú doyr
- tú kann gera testamenti um helvtina av ogn tíni
- er testamenti ikki gjørt, verður arvurin lutarður út eftir reglum í arvalógini
Tvangsarvur
Er tann arvur sum tú ikki kann taka frá tvangsarvinum (børnum og hjúnafelaga) við at gera testamenti.
Hvussu nógv kann gevast burtur við testamenti?Helvtin (1/2) kann testamenterast burtur.
- Um børn ella hjúnafelagi eru eftir teg, kanst tú bert við testamenti geva helvtina av ognum tínum burtur. Hetta tí at børn og hjúnafelagi eru tvangsarvingar tínir og hava krav uppá í minsta lagi helvtina eftir teg.
- Sama er galdandi um bara børn eru ella bara hjúnafelagi.
Alt (1/1) kann testamenterast burtur:
Um ongi børn ella hjúnafelagi eru – also ongir tvangsarvingar eru.
Hvørjum roknast brøkarnir av – hvat er ogn mín?
Giftur persónur eigur helvtina av felagsbúnum hjá hjúnunum, og kann við testamenti ráða á 1/2 av hesi ogn síni – altso 1/4 av felagsbúnum.
- Semjast hjúnafelagaðar um at gera eitt felags testamenti, so kunnu hesi ráða yvir helvtini av samlaða felagsbúnum – altso 1/2 av felagsbúnum.
- Ein hjúnafelagi sum situr við óskiftum búgvi, eigur helvtina av felagsbúnum, og kann við testamenti ráða yvir helvtini av hesari, nevniliga 1/4 av felagsbúnum. Roknað verður ikki við arvinum eftir hjúnafelagan fyrr enn óskifta búgvið verður sift.
- Ógiftur persónur skal ikki býta við nakran, og ræður sjálvandi á øllum ognum sínum.
