Ymiskar trætuloysnir

Hvørja hurð skal eg velja! Trætur skulu loysast – ikki vinnast! Flestu ósemjur og trætur loysa vit við at tosa saman, men viðhvørt steðgar samtalan ella broytir skap, og ósemjan veksur og gerst til eina fastlæsta trætu, konflikt, sum trupult kann vera at koma úr aftur. Hvat gera vit tá! […]

Skúlameklling

2005/10/08 Skúlanæmingar kunnu upplærast til meklarar, og síðani at mekla millum næmingar. Meklarin skal upplærast í leikluti sínum at stýra orðaskiftinum og  ikki at taka partí við nøkrum av pørtunum. Partarnir skulu hava álit á meklaranum, og júst tá snýr seg um konfliktir millum børn kunnu barnameklarar her hava ein fyrimun framum […]

Happing og sexchikana

06.07.2009 Happing millum børn er ein trupulleiki, eins og happing millum vaksin er ein trupulleiki m.a. á arbeiðsplássum. Happing er ein álvarsligur atburður, sum liggur ovarliga á stiganum á konflikttrappuni, sí her. Nógv fyribyrgjandi arbeiði kann gerast, men eisini er neyðugt við aktivum tiltøkum til tess at steðga happingini. Til tess at steðga happingini krevst, at […]