
Hjúnabandsskilnaður/separatión
Áðrenn hjúnaskilnaður fæst verður oftast byrjað við separatión.
Aftaná separatión í ½ ár kann fáast hjúnaskilnaður, um semja er um hetta. Annars má bíðast 1 ár.
Í samband við separatión/hjúnaskilnað skal avgerast:
- Um semja er um at søkja hjúnaskilnað/separatión
- Hvussu skal vera við foreldramyndugleikanum á børnunum- Skal hesin framhaldandi vera felags, ella
– Skal annar hava henda og hin ein samverurætt í staðin - Skal annar av hjúnafeløgunum rinda uppihaldspening til hin (ofta nevnt konupeningur)
Tá hesi viðurskifti eru avgreidd, kann separatión fáast í lag.
Myndugleikarnir sum veita separatión eru:
Familjustýrið og Føroya Rættur
- Flestu separatiónir verða endaliga viðgjørdar og fingnar hjá Familjufyristingini. Treytin er tó her, at semja er fingin um treytirnar nevndar omanfyri sum pkt. 1-3.
- Føroya Rættur
Er ósemja um okkurt av punktunum 1-3, so má málið leggjast sum rættarmál fyri Føroya Rætt
Avtala um býtið av ogn og skuld – býtisavtala
Tá separatiónin er fingin skulu ogn og skuld býtast. Neyðugt er ikki at fara undir hetta fyrren separatión og foreldramyndugleiki er fingin í rættlag.
Skrivlig avtala sær gerast um hvussu býtið verður búgv, hvør fær hvat.
Reglurnar um býti av búnum eru torskiltar. Mælt verður avgjørt til at partarnir fáa sær serkøna hjálp frá advokati.
Ofta snýr seg um stór virðir, sum skulu býtast, og sera týdningarmikið er at gera sær greitt, hvat ein hevur rætt til, áðrenn avtala verður gjørd um býti.