Arvur, testamenti ella gávubræv

Hvat eigi eg at velja. Her krevst ráðgeving.

Er tú komin í tann aldurin, har tú byrjar at umhugsa, hvussu skal vera við ognum tínum, tá tú ikki er meir. Skal tú hava ávirkan á hetta, ella lata tað upp til arvingarnar sjálvar at finna útav hesum. Ein ógvuliga viðkomandi spurningur at fáa svaraðan fyri nógv. Hvat er frægast at gera? Nógvar og ógvuliga ymiskar støður hava týdning, tá avgerast skal. Og heilt einfalt er tað ikki. Holl ráðgeving er neyðug.

Fyrst eigur at fáast greiða á muninum millum testamenti og gávubræv. 

1.Testamenti     (arvur) 

Við testamenti er tú framvegis eigari av ognum tínum, sjálvt um tú í testamentinum hevur avgjørt, hvør skal hava hvat. Tú hevur eisini altíð møguleikan at broyta testamenti ella taka tað aftur. Sjálvandi, um tú í testamentinum hevur avgjørt, at hetta ikki kann takast aftur, er støðan ein onnur. Ikki fyrrenn tú er farin, gerst aktuelt at hyggja eftir, hvat testamentið sigur. Hevur ikki virknað fyrrenn tá.

2.Gávubræv    (gáva)

Tað, sum tú við gávubrævi hevur latið burtur, eigur tú ikki longur. Givið er givið. Virknað beinanvegin. 

Kann eg lata alt burtur sum gávu ella arv? 
Nei, er svarið til tey flestu.

Hvussu nógv so?
Tað velst um : 

Testamenti. (Arvalógin setir avmarkingar í, hvat gerast kann).

Arvareglan er, at tú kann við testamentið lutað burtur ½ av ognum tínum. Hevur tú hjúnafelaga og/ella børn, so hava tey krav uppá “tvangsarv”, tað er arvur, sum ikki kann takast frá teimum við testamenti. Also bert helvtin kann testamenterast burtur. Tað merkir so eisini: 

  1. Hevur tú børn, men ikki hjúnafelaga, so eru børnini tvangsarvingar til ½ av ognum tínum, og tú kann við testamenti bert ráða yvir hinari helvtini.
  2. Hevur tú hjúnafelaga, men ikki børn, so er reglan tann sama. ½ er tvangsarvur, sum ikki kann skerjast við testamenti.
  3. Situr tú við óskiftum búgvi eftir deyða hjúnafelagans, umsitur tú ognirnar eftir hjúnafelagan vegna børnini. Tú sleppir undan at skifta, men tú ræður ikki yvir øllum sum tínum egna, tí helvtin var ogn hjá hjúnafelagnum. Við testamenti kanst tú ráða yvir helvtini av tíni ogn, also 1/4 av samlaðu ognini.
  4. Hevur tú ikki hjúnafelaga, og ikki børn, hevur tú ikki “tvangsarvingar” og kann geva alt burtur við testamenti.

Gávubræv. (Nógv fríari ræsur)

  1. Tú avger uttan bindingar hvat tú ger við ognir tínar. Tú kann geva tær burtur ella lata vera. Hvørki hjúnafelagi ella børn hava nakað lógarkrav um ognir tínar. Men her er tó eisini nakarar avmarkingar:
  2. Situr tú við óskiftum búgvi eftir deyða hjúnafelagsins, so eigur tú ikki allar ognirnar,(ein partur er ogn sum hjúnafelagin átti, sum tú fyribils umsitur, og sum er útsettur arvur til børnini og tín), og tí kanst tú ikki ráða yvir hesum øllum sum tínum egna – heldur ikki sum gáva. Reglan er ikki so strong sum tann um testamenti, men er, at tú má ikki “misbrúka” búgvi. So situr ein við óskiftum búgvi, er altíð skilagott at spyrja seg fyri, áðrenn farið verður undir at luta burtur við testamenti ella sum gáva.
  3. Ein onnur binding kann vera, sum tó sera sjáldan gerst aktuel, tað er um tú hevur hjúnafelagaða, og hjúnafelagin óttast at tú søplar alt burtur til skaða fyri felagsbúgv tykkara. Tá kann hetta steðgast rættarliga.