Testamenti

Testamenti broytir arvabrøkarnar

–  tú hevur ávirkan á, hvussu ogn tín, verður býtt, tá tú doyr.
–  tú kann gera testamenti um helvtina av ogn tíni.
–  er testamenti ikki gjørt, verður arvurin lutaður út eftir reglum í arvalógini.

Tvangsarvur

Er tann arvur sum tú ikki kann taka frá tvangsarvinum (børnum og hjúnafelaga) við at gera testamenti.

Hvussu nógv kann gevast burtur við testamenti?Helvtin (1/2) kann testamenterast burtur.

  • Um børn ella hjúnafelagi eru eftir teg, kanst tú bert við testamenti geva helvtina av ognum tínum burtur. Hetta tí at børn og hjúnafelagi eru tvangsarvingar tínir og hava krav uppá í minsta lagi helvtina eftir teg.
  • Sama er galdandi um bara børn eru ella bara hjúnafelagi.

Alt (1/1) kann testamenterast burtur:

Um ongi børn ella hjúnafelagi eru – also ongir tvangsarvingar eru.

Hvørjum roknast brøkarnir av – hvat er ogn mín?

Giftur persónur eigur helvtina av felagsbúnum hjá hjúnunum, og kann við testamenti ráða á 1/2 av hesi ogn síni  –  altso 1/4 av felagsbúnum.

  • Semjast hjúnafelagaðar um at gera eitt felags testamenti, so kunnu hesi ráða yvir helvtini av samlaða felagsbúnum  –  altso 1/2 av felagsbúnum.
  • Ein hjúnafelagi sum situr við óskiftum búgvi, eigur helvtina av felagsbúnum, og kann  við testamenti ráða yvir helvtini av hesari, nevniliga 1/4 av felagsbúnum. Roknað verður ikki     við arvinum eftir hjúnafelagan fyrr enn óskifta búgvið verður skift.
  • Ógiftur persónur skal ikki býta við nakran, og ræður sjálvandi á øllum ognum sínum.